Gunn

Eg eri útbúgvin sivilverkfrøðingur frá Danmarks Tekniske Universitet við sergrein í býar-, ferðslu- og vegaplanlegging í 1993.

Tey seinastu 25 árini havi eg starvast innan ferðslu og vegaplanlegging, bæði á landsplani, kommunuplani og sum ráðgevi og havi tí drúgvar royndir á hesum økinum.

Umframt hesar uppgávurnar havi eg eisini arbeitt við  avbjóðingunum, sum eru komnar í samband við tað vaksandi ferðafólkaferðsluna, hetta arbeiði er gjørt við tøttum samstarvi við kommunur, Visit Faroe Islands, lokalsamfelag og onnur.

At arbeiða við verkætlanum, at innsavnað, viðgera og lýsa dátur eru uppgávur, sum eg eisini havi drúgvar royndir við.  Í mínum arbeiði brúki eg ofta brúkarabólkar sum tilvísing, fyri at náa eitt so gott úrslit sum møgulig. Tá talan er um brúkarabólkar, kann hetta verða bæði virkir, kommunur, løgregla, persónsbólkar ella einstaklingar. Eisini brúki eg ofta útlendsk netverk. 

 
Skriv en tekst her

Ráðgevara veitingar

Uppgávur sum eg havi drúgvar royndir innan og fegin vil hjálpa tykkum við er i høvuðsheitum planlegging og ferðslutrygd

  • Skeltiætlanir
  • Tryggir skúlavegir  
  • Súkkluætlanir
  • Ferðsluteljingar
  • Ferðplanir
  • Byggilinjur
  • Parkeringsætlanir 
  • Býarskipan
  • Ferðslutrygdarætlanir 
  • Vegaplan
  • Ferðslusaneringar 
 

 

 

Samband

Tit eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg og eg møti fegin til eina óbindandi samrøðu, har vit kunnu umrøða tørv tykkara og hvat eg kann bjóða tykkum.